Comedy Zoo í Fuglafirði í kvøld

Tað er í kvøld, at Brian Mørk og Lasse Rimmer fara á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

 

Í samband við mentanardagarnar, sum hesa vikuna eru í Fuglafirði, verður stórsligið og vælumtókt Comedy Zoo-umfar við Brian Mørk og Lasse Rimmer (Redder Verden) í Mentanarhúsinum í kvøld klokkan 19.

 


Samstundis verður hetta seinasta sýningin á Comedy Zoo-tourné'ini í 2014, har bestu skemtarar í Danmark hava ferðast land og ríkið runt og hava lagt fólk skerfløt við teirra stand-up showi.

 

- Við Brian Mørk og Lasse Rimmer hálar Comedy Zoo tær heilt stóru kanónirnar innan danskt stand-up fram. Lagt er tí upp til eitt undirhaldandi og minniligt kvøld, sigur samskiparin av mentanardøgunum, Hergeir Eldevig.

 

Aftrat stand-up í serflokki verður á tiltakinum í Mentanarhúsinum eisini tónleikur við fuglafjarðarlegenduni, Niels Midjord og Ólavi Højgaard frá Vestmonnum á skránni.

 

- Aftur við skemti og tónleiki verður eisini borðrreitt við lættari tvírættari matarskrá við lokalari rávøru frá reiðarínum Framherja. 

 

Hergeir Eldevig sigur, at atgongumerki til hetta kvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eitt nú kunnu keypast hjá Haraldsen og hjá FK í Fuglafirði.

 

Meira um mentanardagarnar í Fuglafirði kann lesast á: www.facebook.com/mentanifuglafirdi/events