49 ára gamli Teddy Sheringham, sum gjørdi mangan vørr fyri Tottenham og Manchester United báðumegin aldarskiftið legði fótbóltsskógvarnar á hillina í 2008, men nú ætlar hann at finna teir fram aftur.
Teddy Sheringham er venjari hjá Stevenage í League Two (fjórðu deild), og har gongur av skriðuni. Liðið er í skrivandi stund nummar 20 av teimum 24 liðunum í deildini.
Í annaðkvøld skal Stevenage spæla dyst í steypakapping fyri lægri deildarlið, sum nevnist Herts Senior Challenge Cup, og fyri at spara spælararnar hjá Stevenage til dystin ímóti Yeovil Town í League Two komandi vikuskiftið hevur Teddy Sheringham sett seg sjálvan og 41 ára gamla hjálparvenjaran, Kevin Watson á liði, sum skal møta Welwyn Garden City í hesari steypakappingini.
Enska blaðið "Daily Mirror" skrivar, at Stevenage verður soleiðis lið nummar 10, sum Teddy Sheringham spælir fyri. Síni bestu ár hevði Sheringham í Tottenham millum 1991 og 1997, og ikki minst fyri Manchester United, tá hann í fýra kappingarár vann alt, sum ber til at vinna við Manchester United.