Columbo deyður

Amerikanski filmsleikarin Peter Falk, sum tey flestu kenna sum løgreglumannin Columbo, er deyður. Tey seinastu árini hevur hann havt Alzheimers.

Í leiklutinum sum Columbo tóktist Peter Falk ofta fráverandi, og spurningar hansara tóktust ofta óneyðugir og løgnir. Men í endanum plagdi hann at greiða brotsmanninum frá, hvussu teir nógvu og løgnu spurningarnir høvdu gjørt, at hann hevði loyst gátuna og avdúkað brotsmannin.

Peter Falk hevði aðrar leiklutir enn Columbo. Hann var við í meiri enn 40 filmum í Hollywood og var innstillaður til Oscar-virðisløn einar tvær ferðir.

Peter Falk var 83 ára gamal, nú hann doyði.