Columbia var deyðadømd longu frá byrjanini

Hitaverjan undir vinstra vonginum virkaði ikki, sum hon skuldi, tá rúmdarferjan kom aftur í atmosferuna. Nógvur hiti og hol í skjøldrinum gjørdu, at ferjan fórst

Alt fleiri tekin benda á, at brekið, sum rúmdarferjan "Columbia" fekk, beint eftir at hon varð skotin út í rúmdina, var tað, sum 16 dagar seinni gjørdi enda á henni og teimum sjey, sum við vóru.
80 sekund aftan á sjálva útskjótingina tann 16. januar loysnaði eitt hálvan metur langt stykki av bjálvingini á brennievnistanganum á "Columbiu" og rakti vinstra vong. Hetta sá rúmdarumsitingin NASA, men vildi vera við, at hetta hevði onga ávirkan á trygdina hjá ferjuni.
Men nú bendir nógv á, at tann serliga bjálvingin, sum skuldi verja rúmdarferjuna ímóti tí nógva hitanum, sum ferjan kom í, tá hon kom inn í atmosferuna, hevði fingið so mikið av skaða, at hon helt ikki. Eitt tekin um hetta er, at beint undan vanlukkuni varnaðist eftirlitið í Houston, at hitamátararnir í hjólrúminum undir ferjuni virkaðu ikki.
Fyrradagin almannakunngjørdi NASA ymsar tekniskar upplýsingar, sum váttaðu gitingarnar um, at vinstri vongur á ferjuni virkaði ikki, sum hann skuldi, og at hetta eftir øllum at døma stóðst av skaðanum, sum vongurin fekk, beint eftir at "Columbia" var skotin út.
Serfrøðingarnir hjá NASA vóna nú at finna so nógv vrakpetti av "Columbiu", at teir seta sum mest av henni saman í einari roynd at finna, hví ferðin fekk ein so vanlukkuligan enda.
Skulu halda fram
Stjórin í rúmdarumsitingini, Shean O'Keefe, segði í gjár, at umsitingin fer at kanna málið út í æsir. Hann avsannaði samstundis skuldsetingar um, at NASA skal hava slakað í trygdini seinastu árini, tí politikararnir høvdu skert játtanina til rúmdarverkætlanir. Ein óheft nevnd, sum kannaði trygdina í amerikansku rúmdarverkætlanini í fjør, kom annars til ta niðurstøðu, at vandin fyri vanlukkum var vorðin størri, enn hann hevði verið, tí minni dentur varð lagdur á trygdina.
Avvarðandi hjá teimum sjey, sum doyðu við "Columbiu", hava mælt NASA til at halda fram við sínum arbeiði. Í einari felags fráboðan, sum Evelyn Husband las upp, stóð, at kanningarnar í rúmdini eiga at halda fram, so skjótt orsøkin til vanlukkuna við "Columbiu" er funnin og brekini rættað. Maður hennara, Rick Husband, var skipari á "Columbiu".