Hósdagin høvdu næmingarnir á Miðnámi á Kambsdali ógvuliga forkunnuga vitjan. Skaparin og eigarin av appini Color Switch, David Reichelt, var nevniliga og vitjaði og helt fyrilestur fyri teimum gott 500 næmingunum.
Color Switch er best umtókta spæliappin í heiminum í løtuni. Appin er tikin niður 115 milliónir ferðir, síðani hon kom út í desember í fjør.
David og systirin hava farnu vikuna vitja í Føroyum, og tá Miðnám á Kambsdali heitti á hann um at halda fyrilestur fyri næmingunum, var hann beinanvegin til reiðar.
David greiddi frá síni lívsleið og sínum dreymi um at skapa spøl og liva av hesum. Hann greiddi eisini frá, hvussu Coler Switch hevði broytt gerandisdagin og skapt nýggjar møguleikar. Í løtuni brúkar hann tíðina at ferðast kring heimin. Ein dreymur hann altíð hevur havt, og sum nú kann gerast veruleiki.
Næmingarnir fingu góð ráð frá David. M.a. legði hann dent á, at umstøðurnar kunnu vera ymiskar, men vit kunnu sjálv ráða fyri, hvussu vit lata hesar umstøður ávirka okkum. Hann eggjaði eisini næmingum at brúka sítt hugflog og at vera áhaldandi í tí, tey fóru undir. Sjálvur hevði hann gjørt um 40 spøl, áðrenn tað eydnaðist við Color Switch. Eisini vísti hann á, at tað er umráðandi at hava og vísa sjálvsálit í tí, ein ger, men hinvegin ikki at vera hástórur. David endaði við at geva næmingum, sum umhugsaðu at skapa appir, góð ráð og ítøkilig amboð, ið tey kunnu brúka.
Nógvir næmingar nýttu eisini høvi at práta við hann eftir sjálvan fyrilesturin.