Color Line fær ferjuprest

Millum himmals og helheim liggur havið. Man tað vera orsøkin til at hetta skipafelagið hevur fingið sær ferjuprest?

Tað er sjómanspresturin Harald Daasvand sum skal mynstra umborð á ferjunum. Endamálið er millum annað at vera á staðnum, um tørvur er á einum sálarrøktara ella einum sum kann veita fólki umsorgan.

Daasvand hevur áður virkað sum sjómansprestur í Rotterdam og Montreal.

- Prestatænastan er fyrst og fremst vend ímóti manningini. Haraftrat verði eg ein resursur umborð í ymiskum viðurskiftum, millum annað í samband við tilbúgvingar, sigur Daasvand sambært norska blaðnum VG.

Frammanundan hava ferjurnar sum sigla um Skagerrak og Norðsjógvin havt bæði sivilklødd løgreglufólk og læknar umborð. Nú fáa eisini summi av skipunum vitjan av presti, sum er til staðar tá og um manningin ynskir at tosa um persónlig mál, trupulleikar og annað.

Ferðafólkini fáa eisini sama møguleika, um álvarsamar kreppur henda umborð meðan skipið er í sigling. Talan kann verða um onkran sum er vorðin sjúkur ella fær ring boð heimanífrá.