Colin Powell styðjar Obama

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin hevur gjørt av at styðja Barrack Obama í forsetavalstríðnum Amerikanskir fjølmiðlar hava leingi spurt, um Colin Powell mundi styðja Barrack Obama ella John McCain. Svarið kom í einari sending í NBC-sjónvarpinum, tá Powell boðaði frá, at hann styðjar Barrack Obama.

Colin Powell var uttanríkisráðharri hjá republikanska forsetanum George W. Bush, men hann hevur kortini valt at styðja valevnið hjá demokratunum.

Í sendingini í NBC segði Powell, at Obama er betur førur fyri at loysa búskaparkreppunma í USA. Hann helt eisini, at tað verður betur fyri amerikanska umdømið hjá USA kring heimin, at Barrack Obama vinnur valið.

Colin Powell segði eisini, at hann var vónsvikin av avgerðini hjá McCain at velja sær Sarah Palin til varaforsetaevni, tí hon er ikki búgvin til at taka við forsetaembætinum, skuldi tað blivið neyðugt, segði hann.