Colin Powell hevur svikið tey svørtu í USA

-Amerikanski uttanríkisráðharrin sveik tað svarta fólkið í USA, tá hann fór upp í stjórnina hjá George W. Bush, sigur sangarin og tónleikarin Harry Belafonte, sum sjálvur er svartur.

Í einari samrøðu við eina útvarpsstøð í Kalifornia samanbar Harry Belafonte uttanríkisráðharran Colin Powell við ein træl á einum av teimum gomlu bummulsgørðunum í amerikansku suðurstatunum. Trælahaldari og harri Powells er forsetin, George W. Bush, segði Harry Belafonte.

-Eitt gamalt orðatak sigur, at tað eru tvey sløg av trælum. Annað slagið eru teir, sum búgva úti á bummulsmarkini, meðan hitt slagið eru teir, sum halda til í harragarðinum. Tess meiri lýðin ein er, tess størri er møguleikin fyri at sleppa at búgva undir sama taki sum harrafólkið, segði Harry Belafonte og sipaði týðiliga til Colin Powell.

Tann kendi sangarin og tónleikarin vil eisini vera við, at tráðanin hjá Bush-stjórnini at leita eftir yvirgangsmonnum líkist meiri og meiri teirri antikommunistisku herferðini í McCarthy-tíðini í USA.

-Vit eru á veg inn í eina myrka tíð, segði Belafonte í útvarpssamrøðuni.

Forfedrarnir hjá Harry Belafonte komu eins og forfedrarnir hjá Colin Powell av oynni Jamaica.