Cole sendi Chelsea víðari

Dreymurin hjá Everton endaði í tárum, tá teir ruku út úr Carling Cup, eftir ósigur á heimavølli móti vinnarunum frá í fjør, Chelsea. Joe Cole skoraði sigursmálið í øðrum hálvleiki, tá Chelsea í gjárkvøldið vunnu ein samanlagdan 3-1 sigur móti Everton, sum samstundis tryggjar teimum pláss í finaluni í Carling Cup. Vinnararnar frá í fjør høvdu longu eina 2-1 leiðslu í skjáttuni frá dystinum á Stamford Bridge, og teir bara øktu um hesa leiðslu, við einum vøkrum uppspæli og máli, í einum annars skuffandi dysti á Goodison Park. Heimaliðið hótti sjálvdan við at bróta ígjøgnum Chelsea verjuna, og besta løta teirra kom 10 minuttir innan málið hjá gestunum. Petr Cech mátti tá tvær ferðir vera klárur at bjarga, tá Phil Neville og Phil Jagielka royndu seg.