Chelsea boðar í dag frá, at teir báðir miðallarleikararnir, Joe Cole og Michael Ballack, ikki fáa endurnýggjað sínar sáttmálar.
Tað hevur leingi verið greitt, at samráðingarnar millum Joe Cole og Chelsea um ein nýggjan sáttmála hava gingið ógvuliga illa. Felagið hevur ikki viljað latið Cole ta løn, ið hann hevur kravt, og leikarin hevur verið settur í samband við fleiri onnur oddalið í Onglandi.
Fyri Michael Ballack sjálvan kom tað óvart á, at hann ikki fær endurnýggjað sáttmálan. Tað sigur umboðsmaður hansara, sum eisini sigur, at Ballack bæði hevði góðtikið ein lønarniðurskurð og ein eittára sáttmála við møguleika at leingja enn eitt ár.
Men eisini týski landsliðsliðskiparin hevur sambært ensku bløðunum fleiri møguleikar at velja í. Eitt nú skal Schalke 04 vera áhugað, eins og peningastór tilboð eru komin frá feløgum úr Dubai.
Hinvegin halda ensk bløð seg vita, at Chelsea skal hava bjóðað 25 milliónir pund fyri týska Bayern München og landsliðsmiðvallaran, Bastian Schweinsteiger, sum er 25 ára gamal og harvið ávikavist trý og átta ár yngri enn Joe Cole og Michael Ballack.










