Coldplay á Roskilde Festivalinum

Roskilde Festivalurin hevur avdúkað sítt fyrsta tónleika navn, og tað er eingin minni enn bretski bólkurin Coldplay Roskilde Festivalurin má sigast at verða ein tann besti tónleika festivalurin í Norðurlondum, og hevur húsa nógvum av teimum bestu tónleika nøvnunum í Heiminum. Hesu ferð verður eftir øllum at døma ikki øðrvísi, tí fyrsta navn Roskilde Festivalurin avdúkaði var eingin minni enn Coldplay.

Fyri stuttum framførdu Coldplay í London, har nógvir føroyingar vóru til staðar. Nú verður so møguleiki fyri at hoyra superstjørnurnar aftur, og hesu ferð verður sostatt talan um eina framførslu frá Coldplay á ársins Roskilde Festivali.