27 ára gamli portugisiski bakkurin Flavio Coentrao hjá Real Madrid líkist meiri og meiri einum leikara, sum komandi summar fer at skifta hvíta búnan hjá spanska kongafelagnum út við tann reyða búnan hjá Manchester United.
Coentrao kom til Madrid í 2011, men hann hevur havt trupult við at finna sær fast sæti á vinstra bakki hjá spanska stórfelagnum. Ofta hava venjararnir valt at taka brasilska Marcello framum Coentrao.
Nú bendir nógv á, at Coentrao skiftir felag í summar, og sambært fleiri miðlum bæði í Portugal, Spania og Onglandi ynskir Coentrao at skifta til Manchester United, sum eisini hevur víst honum áhuga.