CO2-útlátið minni ávirkan enn hildið

Amerikanskir veðurlagsgranskarar siga nú, at CO2-útlátið hevur ikki so stóra ávirkan á hitalagið á jørðini, sum flestu serfrøðingar higartil hava hildið. Granskararnir siga, at verður CO2-innihaldið í atmosferuni tvífaldað, verður tað ikki so nógv heitari á jørðini, sum eitt nú ST-granskarar hava sagt.

Forsagnirnar hjá eitt nú ST-granskarunum byggja á broytingar tey seinastu umleið 150 árini, men í sínum kanningum hava teir amerikonsku granskararnir kannað hitabroytingar síðani ta seinastu ístíðina fyri 21.000 árum síðani.

Niðurstøðan er, at verður CO2-innihaldið í atmosferuni tvífaldað, verður tað umleið 2,4 stig heitari á jørðini. ST-granskararnir hava sagt millum 2,0 og 4,5 stig.