CO2 útlátið minkað nærum 3%

Grøna kósin hjá SEV sæst nú aftur í føroysku tølunum fyri CO2 útlát fyri 2015. Umhvørvisstovan hevur nevniliga kunngjørt seinastu tølini, ið vísa, at útlátið minkaði við umleið trimum prosentum.


Tað er serliga ein minking í elframleiðsluni, nú ein alsamt størri partur av framleiðsluni hjá SEV kemur frá vind- og vatnorku, ið er orsøkin til góða úrslitið.


- Vindmyllur og vatnorka síggjast týðuliga aftur í tølunum sum ein minkandi nýtsla av olju á elverkunum. Soleiðis var eisini í fjør. Onki er at ivast í, at útbyggingin av varandi orku hjá SEV er ein røtt leið at ganga. Henda útbygging var orsøk til, at samlaða útlátið minkaði 1,7% í fjør, skrivar stovnurin í tíðindaskrivi.


Eisini sølan av olju til útlendsk skip minkaði munandi, men Umhvørvisstovan mælir til, at taka tey tølini við fyrivarni. Orsøkin til minkingina nýtist nevniliga ikki at vera, at skipini hava minkað um CO2 útlátið, men heldur at tey keypa olju aðrastaðnis frá.


- Søla av olju til  útlendsk fiskiskip var munandi minni í fjør enn í 2014. Samlaða útlátið gjørdist 2,4% minni av hesi orsøk. Ikki er kannað nærri, hví útlendsk skip keypa minni olju, møguliga er talan bara um sveiggj í tølunum. Ein møguleiki er tó, at útlendsk fiskiskip í fjør í størri mun keyptu olju frá móðurskipum, sum koma handavegin við olju. Henda sølan verður ikki skrásett í almennu hagtølunum í Føroyum og telur tí ikki við í føroysku uppgerðini av vakstrarhúsgassi.


Hóast minkingina í útlátið frá elframleiðslu og oljusøla til útlendsk skip sostatt hjálpa munandi um CO2 útlátið, so vaks útlátið frá húsarhaldum við 10 prosentum í 2015. Stovnurin metir tó, at tað er ein góð orsøk til tess.


- Men orsøkin er tíanbetur, at 2015 var eitt heldur kalt ár og væl meira av olju varð brúkt til at hita hús við. Oljunýtslan til upphiting fylgir neyvt hvussu kalt veðrið er.