CO2: Føroyar eru langt frá at røkka málinum

Málið var at minka føroyska CO2-útlátið við 20 prosentum, men tað er vaksið næstan 10 prosent

Eitt einmælt løgting samtykti í 2009, at Føroyar í árunum frá 2010 til 2020 skuldu minka útlátið av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20 prosentum samanborið við útlátið í 2005.


Men hetta verður av ongum. Útlátið av vakstrarhúsgassum er nú umleið 9 prosent hægri enn í 2005.

Hetta kemur fram í nýggjum uppskoti um veðurlagspolitkk fyri árini 2020-2030. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið, staðfestir, at Føroyar røkka langt frá CO2-málinum, sum varð sett í 2009.

– Orsøkin til vøksturin í orkunýtsluni er fremst av øllum, at virksemið í samfelagnum er vaksið. Bæði innlendis ferðslan og skip hava økt sítt samlaða útlát, meðan útlátið frá upphiting og elframleiðslu er mest sum støðugt. Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði á landi er størri enn nakrantíð, skrivar arbeiðsbólkurin.

Í 2017 stavaðu umleið 91 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum frá orku, tað vil siga brenning av olju, bensini og burturkasti. Umleið trý prosent stavaðu frá landbúnaði, serliga neyta- og seyðahaldi. Seks prosent stavaðu frá ídnaðargassi.

Í uppskotinum um veðurlagspolitikk fyri 2020-2030 mælir arbeiðsbólkurin til at skerja munandi um føroyska CO2 útlátið komandi árini.

– Í fyrsta lagi verður mælt til, at Føroyar skerja sítt útlát av vakstrarhúsgassi á landi við í minsta lagi 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Í øðrum lagi verður mælt til, at Føroyar beinanvegin fara at seta tiltøk í verk fyri at tálma útlátið frá skipum, soleiðis at útlátið á sjónum skal vera skert 50 prosent í 2050, sum altjóða sjóferðslufelagsskapurin hjá ST International Maritime Organisation, IMO, mælir til, skrivar arbeiðsbólkurin.