Club 700 í Klaksvík hevur mangt at bjóða gestunum á Norðoyastevnu. Soleiðis sigur Club 700 í tíðindaskrivi:
Fríggjakvøldið tann 4. Juni 2010.
Diskotek við DJ-Sleis ft DJ-X.
Live tónleikur við Hans Andrias Jacobsen.
Nektardansur við mannfólka dansaranum Daniele og tí kvinnuligu dansarinnuni Malene.
Vit leggja út við diskotekið har DJ-SLEIS og DJ-X fara at skipa fyri tónleikinum í niðaru hæddini kl 23:00
Og tann italienski mannfólka dansarin Daniele og tann danska kvinnuliga dansarindan Malene fara at gera nøkur góð show hetta kvøld.
Hetta er sker alt í niðaru hæddini.
Tann dugnaligi klaksvíksingurin Hans Andrias Jacobsen at spæla livandi tónleik á ovaru hæddini.
Leygarkvøldið tann 5. juni 2010.
Diskotek við tí danska DJ-Noise.
Paradise Hotel Kvøld við Mathias og Susan K.
Live tónleikur við Holgar og John Edvin.
Nektardansur við mannfólka dansaranum Daniele og tí kvinnuligu dansarinnuni Malene..
Leygarkvøldið er dentur lagdur á Paradise Hotel sum øll kenna frá tí donsku sjónvarps rásini, har vit saman við REX í Tórshavn hava fingið Mathias og Susan K til Føroya.
Og tann danski dj´arin DJ-NOISE kemur eisini at spæla góðan tónleik.
Alt hetta verður í niðaru hæddini.
Og Holgar og John Edvin, sum eru tveir av manningini hjá Holgar og Villmonnum, fara at hava livandi tónleik á ovaru hæddini
Góða Norðoyastevnu, ynskir Clubb 700 øllum í tíðindaskrivinum og minnir á, at tað er strangt 18´ara aldursmark bæði kvøldini.