Club 20 hevði 1 mió í undirskoti

Í prátinum við nýggju eigararnar av Café Nátúr fyrr í vikuni, Petur Olsen og Toni Dam skrivaðu vit, at Café Nátúr hevði eina millión krónur í halli, tá teir tóku yvir felagið.

Hetta er komið í bland, tí tað var Club 20 , sum hevði eina millión í halli, tá teir keyptu tað felagið á aðalfundi í limafelagum, Club 20, í mars í fjør.

Vit fara at biðja nýggju og gomlu eigararnar á Cafá Nátúr umbera okkum mistakið.

Blaðm.