Clinton skal vitna

    

Fyrrverandi jugoslaviski forsetin, Slobodan Milosevic, segði á rættarfundinum í Haag í gjár, at hann fer at krevja fleiri vesturlendskar leiðarar at vitna í málinum. Milosevic nevndi fyrrverandi amerikanska forsetan, Bill Clinton, og fyrrverandi norska uttanríkisráðharran, Knut Erik Vollebæk, sum var formaður í evropsiska trygdar- og samstarvsfelagsskapinum, tá NATO leyp á Jugoslavia.
Fyrr hevur Milosevic sagt, at hann fer eisini at krevja franska forsetan Jacques Chirac at vitna.