Clinton hitti Mandela

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, kom til Suðurafrika í gjár, fór hon fyrst at hitta landsins fyrsta svarta forseta, Nelson Mandela. Tað er annars ikki ofta, at Mandela fær vitjan uttaneftir, tí hann hevur livað eina rættiliga friðarliga tilveru ta seinastu tíðina. Harafturat er heilsan ikki so góð longur. Sambært tíðindastovunum vardi vitjanin ein tíma.

Nelson Mandela stóð á odda fyri stríðnum ímóti apartheid í Suðurafrika, og hann bleiv valdur til forseta á tí fyrsta frælsa valinum aftan á apartheid-tíðina. Tá hevði hann sitið í fongsli í 27 ár sum politiskur fangi.

Maður Hillary Clinton, Bill Clinton, var amerikanskur forseti, tá Mandela vann suðurafrikanska forsetavalið.