Clinton heldur fast um Føroya vitjanina

Tað var niðurstøðan á stuttum fundi í Oslo mikukvøldið har Magni Arge hitti Bill Clinton fyrrverandi forseta í USA. ?I always wanted to go there - I want to see the Faroe Islands? segði fyrrverandi forsetin. Og hann legði afturat: ?Vit skylda tykkum hesa vitjanina?. Eisini Kofi Annan, fyrrverandi ST aðalskrivari og Onni Nystrøm stjóri í World Celebrity Events, sum fyriskipar fundir við teimum báðum, vóru hjástaddir.

Magni Arge er limur í fyrireikingarnevndini hjá FAG til Clinton tiltakið. Tað fall soleiðis, at Clinton og hann báðir vitjaðu í Oslo í mikukvøldið . Saman við Bill Clinton var eisini Onni Nystrøm frá World Celebrity Events , ið skipar fyri tiltøkunum við Clinton og øðrum. Magni leitaði upp Onni fyri at fáa greiði á , hvør støðan var við Clinton vitjanini í Føroyum.

Magni greiðir soleiðis frá:

Eg skilti á lagnum, at menn vóru ikki heitir fyri at tjakast um, hví Clinton hevði útsett. man spyr ikki ?former president Clinton? hví - hann hevur sínar gurndir. Men boðini vóru greið, at her var talan um útseting og ikki avlýsing.

Umboðsmaðurin hevði úr at gera, tí stór tiltakið í Oslo, har Kofi Annan og Bill Clinton talaðu, skuldi av stáplinum løtu seinni. Og tá eg nú var har, so helt hann at eg tað sama kundi koma við til tiltakið.

Kofi Annan legði fyri og greiddi frá sínum virki í ST. Í støðginum millum framløgurnar báðar var eitt VIP tiltak við fotografering og hand shake á skránni. Helt eg skuldi halda meg framat og vita um eg fekk orðið á Clinton, so eg kundi hoyra frá forsetanum sjálvum, hvør støðan var við vitjanini.

Tá mín túrur var komin til audiens introduseraði umboðsmaðurin Onni Nystrøm soleiðis: ?Mister President this is my friend from The Faroe Islands, that I have told you so much about.?

Vit heilsaðust so, meðan Clinton segði: ?I want to go there - I always wanted to see the Faroe Islands.?

Eg greiddi honum tá frá, at vit gleddu okkum til hansara vitjan, sum hevði stóran týdning fyri okkum.

Tá svarar hann aftur og dregur umboðsmannin uppí: ? Vit skylda teimum vitjanina í Føroyum.?

Kofi Annan sá bara væl nøgdur út, tá hendan tilstundandi diplomatiska kreppan var loyst so elegant á teimum bonaðu gólvunum í Oslo. Og vit smíltu allir uppá fotografin, hóast eg var eitt sindur harmur um, at eg ikki fekk stundir at leita mær slipsið fram.

Alt talar tí fyri, at Bill Clinton kemur til Føroya á vitjan. Ivaleyst verður hetta seinni í ár, tá hann aftur er á ferð í Europa, og fyriskipararnir rokna við, at nýggi vitjunardagurin verður ásettur seinni í summar.

Bill Clinton hevði eina hugkveikjandi framløgu í Oslo, har hann gav sítt boð uppá, hvussu vit á besta hátt tryggja komandi ættarliðum trygg, fræls og virðilig kor at liva undir. Bill Clinton greiddi livandi frá sínum sjónarmiðum um at leita eftir tí, sum vit eru samd um, heldur enn at dyrka ósemjurnar. Samstørv millum fólk, virkir og lond skapar tryggari grundvøll, og tí skulu vit fremja nógv fleiri samstørv um øll mørk segði hann. Bill Clinton legði eisini stóran dent á spurningin um Climate change, sum bæði hann og Kofi Annan metti sum størstu hóttanina móti okkara sivilisatón í dag. Hann rósti Noregi fyri framskygdan umhvørvispolitik og mælti teimum til framhaldandi at ganga á odda í slíkum spurningum, tí tað kann bæði tæna heimssamfelagnum væl eins og tað fer at medvirka til at skapa ein nýggjan búskaparligan grundvøll í Noregi frameftir.