Clinton fordømir álop á tíðindafólk

- Tað er greitt, at egyptiska stjórnin hevur ábyrgdina av útlendsku journalistunum, sum eru í landinum, sigur Hillary Clinton, amerikanskur uttanríkisráðharri. Hillary Clinton fordømir nú, at tíðindafólk og mótmælisfólk verða álopin í Egyptalandi. Hon sigur, at stjórnin og herurin greitt hava ábyrgdina av, at verja hesi fólk.

- Vit fordøma upp á tað harðasta álopini á journalistar, sum eru í Egyptalandi og fylgja gongdini. Egyptiska stjórnin noyðist greitt at vísa vilja til at tryggja journalistunum at siga frá um hendingarnar.

Hillary Clinton fordømir eisini álopini á tey, sum stríðast fyri mannarættindum, álopini á útlendingar og álop á diplomatar, sum eru í Egyptalandi.