Ígjár vann amerikanska fótbóltslandsliðið seg í áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í Suðurafrika við einum máli í seinastu løtu, sum Landon Donovan setti í netið. Millum áskoðarnar í Pretoria var fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, sum eisini hevur vitjað í Føroyum.
- Hatta var ein megnar dystur. Sjálvt eg helt, at dysturin fór at enda við javnleiki, segði ein hásur Bill Clinton við altjóða fjølmiðlar aftaná dystin.
Bill Clinton var ovurfegin um, at amerikanska liðið vann seg víðari í kappingini: - Eg eri stoltur av teimum amerikonsku spælarunum. Mær dámar fólk, sum ikki geva upp, og eg eri hugtikin av, at teir ikki lótu vónbrotið, um ikki at hava vunnið á Slovenia, ella teir brendu málmøguleikarnar taka mótið frá teimum. Allar stórar kappingar snúgva seg um tað mentala, líkamikið um tað eru ítróttarkappingar ella forsetaval. Amerikonsku spælarnir høvdu eitt gott høvd, og eitt gott hjartað. Teir spældu og hildu fram at spæla til tað eydnaðist, segði Bill Clinton við altjóða fjølmiðlar.










