Clinton fær pláss í søgubókunum

Ongantíð áður hevur taparin fingið so nógvar atkvøður í forsetavalinum í USA.

Nú er endiliga liðugt at telja og almenna úrslitið at forsetavalinum í USA, sum var hildið 8. novembur, er klart.

 

Endaliga úrslitið er, at Donald Trump fekk 62.979.879 atkvøður, meðan Hillary Clinton fekk 65.844.954 atkvøður, ella beint undir tríggjar milliónir atkvøður fleiri. Valskipanin gjørdi tó, at Donald Trump vann forsetavalið.

 

Sjálvur vil Donald Trump vera við, at hann eisini fekk flestar atkvøður, tá allar ólógligu atkvøðurnar verða trektar frá. Hvussu er og ikki, almennu tølini vísa so, at ongantíð áður hevur taparin fingið so nógvar atkvøður og ongantíð áður hevur taparin fingið so nógvar atkvøður fleiri enn komandi forsetin.

 

Ongantíð áður hevur tapandi forsetavalevni fingið so nógvar atkvøður. Tað er tó hent fimm ferðir áður, at taparin fekk fleiri atvkøður enn vinnarin. Seinast tað hendi, var í 2000, tá Al Gore fekk yvir eina hálva millión atkvøður fleiri enn George Bush, sum vann valið. Hinar ferðirnar var í 1824, 1876 og 1888.