Clinton avdúkaði seg

Um vikuskifti var fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton í Kosovo, har hann avdúkaði eina standmynd av sær sjálvum. Standmyndin er í høvuðsstaðnum Pristina, og fleiri túsund kosovo-albanar vóru komnir at síggja fyrrverandi forsetan avdúka standmyndina, sum stendur við ein nýggjan veg, sum eisini ber hansara navn.

Kosovo-albanararnir virða Bill Clinton sum hetju, tí hann fekk NATO at bumba mál í Serbia fyri at noyða serbar at gevast við álopunum í Kosovo.