Cliffurin og Hanus ferðaðust saman

Hetta var eitt upplivilsi av teimum heilt stóru, sigur reiðarin í Klaksvík, sum var sjaførur hjá Cliff Richard

Tað sæst á myndini, at hetta var ein uppgáva, sum mær líkaði ógvuliga væl!

 

Soleiðis sigur Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, tá ið hann vísir myndina. Cliff Richard er upptikin av at taka myndir av landslagnum, sum hann helt vera so framúr vakurt. Ikki minst var hann upptikin av grøna litinum, sum hann segði vera nakað heilt fyri seg, og Hanus Hansen stórtrívst í leiklutinum við rattið!

 

Tá ið Summarfestivalurin herfyri setti seg í samband við Hanus Hansen fyri at fregnast, um tað var møguleiki at læna bilin hjá honum at koyra Cliff Richard í, so svaraði reiðarin beinanvegin ja!

 

– Tá ið eg hevði lagt hornið á aftur, hugsaði eg við mær sjálvum, at tað hevði verið stórt upplivilsi at heilsa upp á Cliff Richard, so eg ringdi aftur og segði, at treytin fyri at læna bilin var, at eg sjálvur skuldi vera sjaførur, greiðir Hanus Hansen frá.

 

Og hvussu var tað so at vera saman við heimsstjørnuni hesar báðar dagarnar?

 

– Beinanvegin, tá ið vit tóku ímóti honum á flogvøllinum, kendist, at hetta var ógvuliga fryntligur og positivur maður, sum var spentur at uppliva og síggja okkara vakra land. Hann spurdi og fregnaðist, og eg royndi at svara so væl, sum eg dugdi. Hann búði á Hotel Føroyum, og í góðveðrinum í gjár vóru vit ein túr í Saksun. Tað helt hann vera framúr áhugavert, og so vóru hann og teir, sum vóru saman við honum so upptiknir av, hvussu skjótt landslagið og bygdaløgini broytast, og hvussu stutt tað er frá sjónum og upp á tindarnar.

 

– Hetta var ein fín uppliving, sigur Hanus Hansen, sum saman við konuni var frammarlaga í stóru mannamúgvuni á Vágsbøi í gjárkvøldið, tá ið 75 ára gamli Cliff Richard í knappliga hálvan annan tíma spílaði seg út.

 

Í dag fer Cliff Richard av aftur landinum. Í annað kvøld fer hann at hava konsert í Byparken í Vejle.