Cliff Richard hevur nú boðað frá, at hann fer ikki at geva fleiri plátur út, tí hann vil vera við, at útvarpsstøðirnar vilja ikki spæla hansara tónleik.
-Eg fari ikki at spilla mína tíð burtur til at gera plátur, sum eingin vil spæla. Sum tónleikari gert tú plátur til útvarpsstøðirnar, so almenningurin kann hoyra tær, men mínir sangir verða ikki spældir. Tað tykist, sum at útvarpsstøðirnar hava tann politikk, at mín tónleikur skal ikki spælast, sigur Cliff Richard við bretska blaðið Daily Mail.
Cliff Richard, sum er 64 ára gamal, er tann einasti umframt Elvis Prestley, sum hevur verið fastur gestur á bretska hittlistanum í meiri enn fimmti ár, skrivar blaðið. Men nú er hann bæði illur og vónsvikin.









