Cliff Richard fær endurgjald frá BBC

Sir Cliff fær á leið tvær milliónir krónur í endgjaldi.

Cliff Richard fær 220.000 pund, ella á leið 2 milliónir krónur, í endurgjaldi frá BBC.

 

 

Orsøkin er hátturin, sum BBC valdi at senda frá eini húsarannsókn í heiminum hjá Sir Cliff. BBC var ov hugað at gera nógv burturúr, metir rætturin, og hevði tíðindini undir Breaking News.

 

 

Løgreglan gjørdi í 2014 húsarannsókn heima hjá Cliff Richard í samband við, at ein maður hevði ákært Richard fyri kynsligan ágang, ið var farin fram fyri mongum árum síðani. Richard er fríkendur í sakini. Frammanundan hevur Richard fingið 400.000 pund frá løgregluni, tí húsarannsóknin vísti seg at vera ógrundað.

 

 

Og meira peningur kann koma í lumman hjá 77 ára gamla sangaranum, tí rætturin skal nú taka støðu til, um Richard skal hava endurjald fyri møguligan inntøkumiss.