Clickhaze vann Prix Føroyar finaluna í ár og høvuðsvinningur var upptøka í donskum upptøkuhølum í eina viku.
Í gjár, mánadagin, byrjaðu Clickhaze upptøkurnar.Tær fara fram í Lundgaard Studio. Tøkningur undir upptøkunum er bretski David Hyatt, ið sigst vera sera dugnaligur.
Alt goldið
Umframt at taka upp í Lundgaard Studio, eru eisini umstøður, so bólkurin kann búgva har.
Øll upptøkuætlanin er ókeypis fyri Clickhaze, tí hetta er nevniliga høvuðsvinningurin til Prix Føroyar kappingina, sum bólkurin vann. Alt er goldið og í hesum eru eisini roknaðar 3 máltíðir dagliga hesa vikuna, upptøkurnar fara fram. Tað er Mentamálastýrið, ið hevur latið høvuðsvinningin, tó verður eisini ein partur goldin av Norðurlandahúsinum.
Alla hesa vikuna fara limirnir í Clickhaze so at nýta í Lundgaard Studio. Júst hvat spyrst burturúr upptøkunum, er enn ikki heilt greitt, men í onkrum miðli hevur verið nevnt, at ein útgáva við Clickhaze kann væntast fyri jól.
Sosialurin hevur roynt at fingið samband við Clickhaze í upptøkuhølunum, men har er trupult at fáa svar. Hetta kundi bent á, at har longu er full ferð á upptøkunum.
Góð sambond
Annað, ið Clickhaze fekk burturúr Prix kappingini, var luttøka á donskum festivali. Hetta gekk væl. Fróði Vestergaard, samskipari í Norðurlandahúsinum sigur, at Clickhaze nú hevur fingið samband við góðan festivalfyriskipara, so kanska okkurt eisini spyrst víðari burturúr á hesum økinum í næstu framtíð.









