Sum so nógvir aðrir menn so forsømir Michael familjuna og børnini. Øll eru frustreraði og líða av strongd, sum man eigur og skal í okkara samfelag í dag.
Hann dugir m.a. heldur ikki at brúka tær mongu fjarstýringarnar, ið tey eiga. Hann fer at keypa sær eina sum kann alt, eina heildarloysn og eina universalfjarstýring. Hann fer til løgna mad scientist typuna og sølumannin Morty. Hesin eigur eina fjarstýring, ið kann meiri enn man skuldi hildi.
Við eitt vendist alt við. Michael, ið er væl spældur av Adam Sandler (The Wedding Singer) dugir veruliga væl at spæla ein stressaður arkitektur og svaki uppfinnarin Morty, er spældur av Christopher Walken (The Deer Hunter).
Michael fær eina universalfjarstýring, ið ger, at hann kann stýra øllum heiminum. Við eitt kann hann stýra konuni, spæld av Kate Beckinsale (Pearl Harbor) og stjóranum David Hasselhoff (Knight Rider). Børnini Ben (Joseph Castanon) og Samantha (Tatum McCann) kann hann eisini stýra nógv betur, tí hann kann steðga tíðini, spæla ella seta alt í slow-motion o.s.fr.,
Men sjálvandi er tað einki við lívinum um alt gongur ov lætt.
Haldi ikki, at hetta altíð er ein serliga stuttligur filmur. Onkuntíð gott undirhald. At enda er onkur moralsk fløkja, men sum heild er hetta bara gott undirhald.
3 stjørnur av 6.
Click
Leikandi:
Adam Sandler
Kate Beckinsale
Christopher Walken
David Hasselhoff
Leikstjóri Frank Coraci. Sýndur í Havnar Bio frá 29. september.