- Clayton var eitt manglandi svar

Tað sigur ÍF-venjarin, Albert Ellefsen, eftir at tað ikki eydnaðist at skora ímóti MyPa og harvið rúka út.

Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, segði seg eftir 0-0-dystin ímóti MyPa á Tórsvølli í kvøld harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál og eftir 0-1-tap samanlagt at rúka út úr Europa League. Hann heldur, at bæði liðini royndu, men tá ið hann varð spurdur um ein skaddur Clayton Soares var saknaður, viðgekk hann:


- Ja, eg haldi at Clayton er eitt manglandi svar. Hinir í álopinum spældu ein góðan dyst, men um ein ikki er ein nattúrligur málskjútti, so er trupult at fáa mál í støðum sum í dag, segði hann.


ÍF tapti sum kunnugt tepurt 0-1 á útivølli og hevði tískil møguleikar at spæla seg víðari í kvøld, um væl vildi til. Hann viðgongur, at seinasti parturin av taktikkinum kanska lá eftir. Hann greiðir soleiðis frá um taktikkin í dystinum í kvøld:


- Tað var at halda tætt so leingi sum møguligt og trúgva upp á, at vit fingu eitt mál. Tað haldi eg vit gjørdu til UG – vit lótu øgiligt upp ímóti endanum, har vit royndu at oysa bóltar í feltið og skapa panikk. Vit fingu tó ikki bóltarnar út í síðurnar og skapt tey vandamiklu innleggini. Kanska høvdu vit ikki fyrireikað tann síðsta partin nóg væl, viðgongur Albert, sum eisini mátti ásanna, at MyPa ikki er eitt lætt mótstøðulið:


- MyPa er eitt rættiliga sterkt lið. Tú kanst bara hyggja at venjaranum, sum hevur vunnið nógv meistaraheiti við HJK Helsinki og hevur verið finskur landsliðsvenjari. Teir eru sjálvandi vónbrotnir av heimligu kappingini, men hetta er eitt felag við stórum málum, sigur hann.


ÍF hevur verið eitt av fýra føroyskum liðum, sum ikki hava havt ein ordiligan summasteðg, men hinvegin hevur havt evropeiskan fótbólt at taka sær av. Stundum er gott við einum steðgi, men Albert heldur, at teir hava gagnnýtt summarsteðgin væl.


- Sum eg síggi okkara lið í løtuni, so haldi eg tað er ein fyrimunur at vit hava spælt. Vit hava tikið stór framstig seinasta mánaðin, og tað er gott fyri okkum. Vit fara í feriu nú í seks dagar, og so byrja vit aftur at venja, segði Albert Ellefsen at enda.