Clayton søkti VB/Sumba

Vertirnir misnýttu brotsspark, tá tað stóð á jøvnum, og so kundi Clayton Soares við reinum hat-trick vissa B71 øll stigini Vágbingar tóku ikki av, tá teir í dag høvdu møguleika at vinna sær trý lívsneyðug stig.

Móti B71 var talan um ein javnan dyst, har VB eitt gott skifti hevði leiðsluna.

B71 javnaði tó stutt undan steðginum, og eftir steðgin vóru tað teir, sum høvdu betra takið. Størsta møguleikan av øllum fekk VB/Sumba tó, men Acu Pandurovic misnýtta gylta møguleikan av brotssparksblettinum.

Og so skifti Clayton Soares gear. Við trimum málum á rað søkti hann vertirnar fullkomuliga, meðan B71 hinvegin klintraði sær enn longur burtur frá niðastu sessunum.

VB/Sumba-B71 1-4 (1-1)

1-0: Hallur Joensen

1-1: Jóhannis Jensen

1-2: Clayton Soares

1-3: Clayton Soares

1-4: Clayton Soares