Clayton og Poul halda fram í ÍF

Bæði Clayton Soares og Poul N. Mikkelsen halda fram í ÍF komandi kappingarár

ÍF boðar í vikuni frá, at bæði brasilski Clayton Soares, og verjuspælarin Poul N. Mikkelsen, halda fram í felagnum komandi ár.

 

Clayton hevur spælt í Føroyum síðani 2002. Í 2012 bleiv hann kosin til ársins spælara, tá hann saman við ÍF vann silvur í bestu deildini.

 

20 ára gamli Poul N. Mikkelsen hevur spælt í miðverjuni hjá ÍF farnu trý árini. Hann heldur somuleiðis fram í felagnum.

 

ÍF liggur í løtuni á sætta plássi í Effo-deildini.