Clayton heldur fram í Fuglafirði

Í dag er ÍF toppskjúttin Clayton Soares farin úr Fuglafirði og heim til Brasilia. ÍF heimasíðan veit nú at siga, at undan fráferðini skrivaðu Clayton Soares og ÍF undir nýggjan samstarvssáttmála. Sambært sáttmálanum heldur samstarvið millum Clayton og ÍF fram í 2013.

 

Fuglfirðingar siga seg fegnast um, at Clayton aftur næsta ár fer at spæla í Fuglafirði. Tað er ikki at undrast á, tí Clayton Soares var á ÍF veitsluni leygarkvøldið kosin ársins spælari í felagnum í 2012.

 

24. november verður Clayton 34 ár. Hann hevur síðani 2002 spælt fótbólt í Føroyum á hvørjum ári burtursæð fra í 2010.

 

Undanfarnu árini hevur hann spælt við 07Vestur, B71 og FS Vágar. Tølini siga, at 2012 er besta árið nakrantíð hjá honum í føroyskum fótbólti. Hann er saman við Páll A. Klettskarð í KÍ toppskjútti í EFFO deildini við 22 málum.