Clayton í evstu løtu

Clayton Soares varð stóra hetjan á Sandi í dag. Hóast AB fekk mann útvístan fyri steðgin, so megnaðu teir at hóra undan heimatrýstinum heilt fram til tað seinasta.

Alt bendi soleiðis á, at frensarnir skuldu klóra sær eitt stig við heimaftur, men Clayton Soares vildi tað altso øðrvísi, tá hann við einsamalla málinum skeyt B71 væl og virðiliga úr vandaøkinum.