Clayton bjargaði B71

1. DEILD: Superveteranurin syrgdi í evstu løtu fyri, at sandoyingar vunnu úrtøku í Gundadali

Tveir minuttir eftir steðgin legði Andreas Thomsen B36 framum 3-2 í Gundadali ímóti B71.

Sandoyingar høvdu verið frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men B36 javnaði báðu ferðirnar, og tá ið heimaliðið hevði lagt seg framum, bendi alt á, at B36 fór at vinna fulla úrtøku.

Soleiðis var tað, inntil klokkan var farin fýra minuttir av vanligu leiktíðini. Tá javnaði B71 til 3-3.

Málskjútti var superveteranurin Clayton Soares, sum skoraði til 3-3, og so bríkslaði Rúni Gaardbo fyri síðstu ferð.

Úrslitið ber við sær, at B36 er á sætta plássi við ellivu stigum, og B71 er triðiaftast við níggju stigum.

Símin Hansen setti hol á fyri B71 í fimta minutti, tríggjar minuttir seinni javnaði Heini í Skorini til 1-1, Tijani Mohammed legði B71 framum aftur í 21. minutti, og ellivu minuttir undan steðginum javnaði Niels Johnsson til 2-2, og so var tað, at B36 beinanvegin eftir steðgin fyri fyrstu ferð legði seg framum, og Clayton Soares í evstu løtu javnaði til 3-3.

Í tólvta umfari skal B36 spæla á útivølli ímóti NSÍ, og B71 fær vitjan av EB/Streymi.