Síðani hann tíðliga í heyst gavst í Fleetwood, hevur fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, Claus Bech Jørgensen, roynt at finna sær nýtt felag. Nú sigur spælarin við Horsens Folkeblad, at hann mest av øllum kundi hugsað sær at spælt í donsku superliguni. – Men tað er trupult, hóast eg eri free-transfer. Eg spældi í 32 dystum í næstbestu ensku deildini seinasta kappingarár, og tí haldi eg, at eg havi nakað at geva frá mær, sigur Claus Bech Jørgensen við Horsens Folkeblad. Bold.dk skriva tó, at tað er mest sannlíkt, at navnið á nýggja arbeiðsgevaranum verður Cheltenham.