Claus Bech Jørgensen og Coventry kundu havt fingið betri fyritreytir at spæla seg millum sekstan tey síðstu í FA Cup, enn tað sum gjørdist veruleiki, tá ið luturin varð kastaður á middegi mánadagin.
Coventry og Claus Bech Jørgensen skulu spæla á útivølli ímóti Alan Shearer og hinum stjørnunum í Newcastle. Liðið í Norðuronglandi, sum eigur ikki so fá viðhaldsfólk í Føroyum, hevur ikki havt viðrák í hesum kappingarárinum, og tað sæst aftur á støðutalvuni. Men tað er kortini eingin ivi um, at tað verður ein sensatión av teimum heilt stóru, um tað fer at eydnast Coventry at basa Newcastle í steypakappingini.
Fjórða umfarið í FA Cup verður vikuskiftið 29. og 30. januar. Sekstan dystir eru á skránni, og millum áhugaverdu uppgerðirnar eru hesar: Exeter City/Manchester United-Middlesbrough, Chelsea-Birmingham, Arsenal-Wolverhampton, Everton-Sunderland og so Newcastle-Coventry.
Í Exeter hava teir orduliga skotið papageykin, nú tað í triðja umfarinum eydnaðist teimum at røkka málleysum javnleiki á Old Trafford. BBC fer at sjónvarpa beinleiðis frá umdystinum í Exeter, og tað ber so mikið stórar inntøkur við sær fyri lítla felagið, at teir sleppa undan allari skuldini, sum teir hava drigist við, og sum hevur hótt felagið í fimtu bestu deildini við húsagangi. Talan er um tíggju milliónir krónur. Inntøkurnar frá BBC og frá lýsarum hava við sær, at tað í einum taki fer at bera til at rinda alla hesa stóru skuldina.