ONGLAND
Tað hevur ikki gingið væl higartil í ár hjá felagnum hjá einasta føroyska landsliðsspælaranum í eingilskum fótbólti, og leygardagin royndist tað aftur illa.
Á heimavølli tapti Coventry 4-1 móti Crystal Palace, sum við sigrinum styrkti um sína støðu sum oddalið. Hetta var fjórði sigurin hjá Crystal Palace á rað, meðan teir í Coventry framvegis bara hava vunnið tvær ferðir í hesum kappingarárinum. Niðurflytingarstrikan er rættuliga tætt undir Coventry, sum er fimti aftast.
Claus Bech Jørgensen var millum teir fyrstu ellivu hjá Coventry, men hann varð rikin av vøllinum átta minuttir undan leikloki, tá ið støðan var 3-1. Dómarin metti, at Claus hevði nýtt neyðbremsuna.