Claus í The Championship

Í september farna ár skifti Claus Bech Jørgensen frá Coventry til Blackpool, og skifti samstundis frá næstbestu- til triðbestu ensku deildina. Steðgurin í triðbestu deildini bleiv tó ikki nakað langur, tí longu nú hevur Blackpool tryggjað sær pláss í næstbestu ensku deildini, The Championship.

Teir vunnu í dag play off-finaluna ímóti Yeovil Town. Dysturin endaði 2-0 til Blackpool, og teir eru harvið aftur í næstbestu deildini fyri fyrstu ferð í 29 ár.

Claus Bech Jørgensen, sum herfyri vendi føroyska landsliðnum bakið, var við frá byrjan.