Claus tapti ímóti finalistunum

Walisiska liðið Cardiff hevur púra óvæntað spælt seg í ensku FA Cup finaluna í ár

Um vikuskiftið spældu teir ímóti Blackpool, sum hevur Claus Bech Jørgensen. Hann spældi tó ikki við í hesum dystinum, tí hann var skaddur. Cardiff vann dystin 3-1. Walisarnir vóru á odda 3-0, áðrenn Blackpool minkaði um munin við einum máli seint í dystinum.