Claus tapti aftur

Blackpool hevur nú tapt tveir dystir á rað í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Leygardagin hevði Blackpool vitjan av Bristol City, og gestirnir skoraðu einasta málið í dystinum stutt eftir hálvleikssteðgin. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen kom á vøllin, tá ið 78 minuttir vóru spældir, men hann kundi einki broyta við úrslitinum. Blackpool liggur nú nummar 8 av 24 liðum í League One.