Claus sá gult

Coventry er framvegis omanfyri niðurflytingar strikuna, men vandin fyri at flyta niður er ikki burtur, tí fjarstøðan til strikuna er bara tvey stig

ENGLAND 1. DEILD

Claus Bech Jørgensen tykist rættuliga at hava vunnið seg aftur, eftir at skaðin, sum hann fekk á Kypros í oktober, oyðilegði fyrra partin av kappingarárinum hjá honum.
Hesa ferð var hann millum teir fyrstu ellivu, tá ið Coventry hevði vitjan av Wolverhampton. Claus var á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter. Tá varð hann skiftur út, kanska eisini ti at hann hevðí tiltuskað sær eitt gult kort og harvið var í vanda fyri at verða rikin av vøllinum, um hann eina ferð aftur at hevði sæð gult.
Í Coventry kendu teir tað eftir dystarlok sum um teir høvdu vunnið eitt stig, meðan gestirnir iðraðu seg um, at teir høvdu tapt tvey stig. Coventry javnaði til 2-2 í síðstu løtu.
Fremsta liðið niðanfyri strikuna hevur 46 stig, meðan Coventry hevur 48 stig. Sostatt er Coventry framvegis í vanda fyri at flyta niður.