Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen leitar nú eftir nýggjum felag at spæla fyri í Onglandi. Claus spældi í eina tíð fyri Fleetwood, men har er hann givin, tí hann flutti bústað, og so gjørdist tað ov langt at ferðast til venjing í felagnum. Nú vónar Claus, at hann kann finna eitt nýtt felag spæla fyri, og hann vónar, at hann kann sleppa at spæla í næstbestu ella triðbestu deildini í Onglandi.