Claus og teir snávaðu

Tað gekk ikki eftir vild hjá Blackpool í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool heðvi vitjan av Brentford, sum liggur næstniðast í deildini, og púra óvæntað tapti Blackpool heili 3-1. Brentford skoraði øll málini í fyrra hálvleiki, og hóast Blackpool, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum, stríddist fyri at koma afturíaftur, gekk tað ikki. Blackpool fekk eitt troystarmál í yvirtíðini. Blackpool liggur nú nummar 7 av teimum 24 liðunum í League One.