Claus og teir hildu skansan

Leygardagin spældi Blackpool ímóti Yeovil í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool legði seg á odda 1-0 í 57. minutti, og bert tveir minuttir seinni fekk Blackpool ein spælara vístan av vøllinum. Men hóast ein mann í undirtali, helt Blackpool skansan og vann dystin 1-0. Blackpool helt harvið fast um 6. pláss í League One og hevur framvegis møguleikan at spæla um uppflyting.