Mánakvøldið stóð greitt, at talan ikki verður um avboð frá hvørki Jón Róa Jacobsen ella Claus Bech Jørgensen til komandi landsliðsuppgávurnar.
Teir báðir fingu báðir skaðar at dragast við í farnu viku, og tí var ivasamt, hvørt tað skuldi eydnast teimum at verða klárir, nú landsliðið fer til Fraklands mikudagin.
Jón Rói keikti fótin, tá Frem seinasta mikudag spældi móti Vejle í donsku steypakappingini, og tað hevði við sær, at hann ikki var í hópinum, sum skuldi spæla móti sama Vejle í landskappingini um vikuskiftið.
Mánadagin tosaðu landsliðsvenjararnir við Jón Róa, og tá sá ljósari út. Spælarin skuldi týsdagin taka lut í venjingunum hjá Frem, og hann verður tí eisini við í hópinum, sum fer avstað til Fraklands.
Claus Bech Jørgensen fekk ferðilin av einum vøddaskaða, tá Coventry fyri góðari viku síðani vann 3-0 á Queens Park Rangerst. Ein dystur, har Claus annars skeyt fyrsta málið, sum yvir høvur er skotið á nýggja heimavøllinum hjá Coventry.
Hóttandi skaðin hevði við sær, at Claus ikki var á liðnum, tá Coventry spældi um vikuskiftið, men mánakvøldið var hann tó partur av eykaliðnum hjá felagnum, tá hesir skuldu royna seg.
Og her vóru boðini positiv. Claus var á vøllinum mest sum allan dystin, uttan at hann merkti nakað til skaðan, og tí er hann eisini tøkur.ð