Claus Jensen, sum seinnu árini hevur spælt yrkisfótbólt í Onglandi, venur nú aftur í Lyngby, har hann spældi sum ungdómsspælari. Claus Jensen hevur ongan sáttmála í løtuni, og hann leitar eftir nýggjum felagi. Fyri fyrst venur Claus Jensen í Lyngby, og so roynir hann at taka støðu til, hvar hann skal spæla næstu tíðina. Tað er upp á tal, at Claus Jensen skal hjálpa Lyngby í superliguni í heyst.