Claus hugdi eftir tapi

Coventry spældi í gjárkvøldið í fyrsta umfari av steypakappingini Carling Cup, og Coventry varð sent úr kappingini beinanvegin. Covetry spælir í næstbestu ensku deildini, og mótstøðuliðið var Hereford úr triðbestu deildini. Tað var tó Hereford, sum vann dystin 3-1. Stuart Fleetwood skoraði øll trý málini hjá Hereford, og hann hevði gjørt tað til 2-0, áðrenn Coventry svaraði aftur við einum máli. Hereford fekk tó eitt mál afturat, og so kom felagið víðari í kappingini. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var við til dystin, men hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.