Claus Bech Jørgensen var eykamaður, men kom ongantíð á vøllin í dystinum hjá Blackpool í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Crystal Palace, og liðini gjørdu eitt mál í part. Crystal Palace legði seg á odda beint fyri tíman, og tíggju minuttir seinni javnaði Blackpool. Liðið hjá Claus Bech Jørgensen liggur sum nummar 16 av 24 liðum í deildini og hevur fingið 13 stig í 11 dystum.