Challenge Trophy verður spælt fyrstu dagarnar í apríl mánaði, og eru Føroyar í bólki við Estlandi, Moldova og Finnlandi, sum vann kappingina á Cypros fyri tveimum árum síðani.
2. apríl spæla Føroyar móti Estlandi. 3. apríl verður spælt móti Finnlandi, og 4. apríl verður spælt móti Moldova. Vinnarin av bólkinum skal spæla finalu móti hinum bólkavinnaranum, og verður finalan spæld í Keypmannahavn í heyst.
Tær 15, sum landsliðsvenjarin hevur tikið út, eru hesar:
Stjørnan
Durita Ljósstein, Durita Mikkelsen, Durita Christoffersen, Una Olsen, Simona Petersen, Judith Hansen.
VÍF
Agnes Olsen, Liljan Djurhuus, Heidi Joensen, Vivian Petersen
Neistin
Unn Kragesteen, Fríða Petersen
Kyndil
Súsanna Petersen
Aalborg:
Erla Eliasen (Guðrun í Lágabø, um Erla ikki verður klár)
Virum
Ninna Johansen